Lýsing
6 linsur/eskja
PureVision 2HD for Astigmatism er ein døgnlinsa, sum eisini rættar bygningsfeil (astigmatismu) í eygunum.
Hon kann nýtast alt samdøgrið í upp til ein mánað.
PureVision 2HD for Astigmatism situr so mikið væl á eyganum, at brúkarin hevur klára og týðiliga sjón allan dagin.
Hon er tynri enn PureVision, og hon følist líka góð – ella kanska enn betri – at hava í eyganum.
Hon betrar eisini um sjónina har skýmligt er, og er bygd upp soleiðis, at hon letur ilt sleppa inn til eyga.
Døgnlinsur kunnu vera í eygunum alt samdøgrið í upp til ein mánað.
Ymiskt er, hvussu nýtsla og handfaring riggar best til tín, fylg tí altíð ráðum frá løggildum linsuoptikara.
Sum brúkari av slíkum linsum er kontrol viðmælt hálva hvørt ár.

