Lýsing
10 linsur/eskja
Freshlook One-Day er ein litað eindagslinsa.
Henda linsan hevur til endamáls at rætta sjónfeilin hjá tær, og samstundis kanst tú fáa ein annan eygnalit.
Eisini fæst hon uttan styrki til teirra, ið hava hug til at royna ein annan eygnalit.
Hon er ætlað fólkum, ið hava myrkan eygnalit.
Linsan hevur trý løg av litum og ein lithinnu(iris)-ring, ið gevur eitt fjølbroytt og natúrligt úrslit.
Linsan er tynri enn tær vanligu litaðu mánaðarlinsurnar, og broytir tískil ikki eygnalitin í líka stóran mun.
Eindagslinsur kunnu nýtast í ein dag, og mugu beinast fyri eftir nýtslu.
Fylg altíð ráðum frá løggildum linsuoptikara um nýtslu og handfaring av linsum.
Sum brúkari av linsum er árligt kontrol viðmælt.
G.G. Optika kann ikki siga við vissu, at liturin verður eins og á heimasíðuni /pakkanum.

