Lýsing
30 linsur/eskja
Acuvue Oasys 1-Day with HydraLuxe er ein eindagslinsa.
Eyguni skulu kunna tola nógv hvønn einasta dag.
Umhvørvi við luftskiftisskipanum og langir dagar frammanfyri skermin eru viðurskifti, ið stilla høg krøv til tínar linsur.
Acuvue Oasys® 1-Day with HydraLuxe™ loka tær røttu treytirnar fyri at klára teir longu krevjandi dagarnar, uttan at gerast troyttur ella tungur í eygunum.
Tann nýframleidda tøknin ’HydraLuxe’ er serframleidd til at minka um eyðkennini turr og troytt eygu.
Hetta hendir, tí linsan er gjørd við táralíknandi mýlum, sum ávirka tína tárahinnu.
Acuvue Oasys® 1-Day with HydraLuxe™ er harumframt gjørdar við UV-verju, sum hjálpir til at verja tíni eygu ímóti teimum hættisligu strálum sólarinnar.
Eindagslinsur kunnu nýtast í ein dag, og mugu beinast fyri eftir nýtslu.
Fylg altíð ráðum frá løggildum linsuoptikara um nýtslu og handfaring av linsum.
Sum brúkari av linsum er árligt kontrol viðmælt.

