Keypstreytir

Galdandi frá 01.10.2012

 

Bílegging

Bílegging fer fram á e-handli okkara, www.optika.fo, við gjaldskorti ella bankaflyting.

Gjalding

Í prísunum eru mvg og onnur avgjøld íroknað. Tann samlaði prísurin kemur fram á síðuni, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni. Gjalding fer fram við gjaldskorti, so sum Dankort,Visa-Dankort og eDankort.

 

 

Upphæddin verður ikki flutt av konto tíni fyrr enn sama dag, vøran verður send frá Optika.

Tá ið goldið verur við kortið skal upplýsast: Tað 16 stavaða talið og eftirlitstalið á gjaldskortinum og nær kortið fer úr gildið.

Eisini kann gjaldast við bankaflyting 6460-375.480.6. Tá ið vøran kemur til Føroyar, og Optika kann staðfesta at inngjaldið er skrásett, verður hon send beinleiðis til kundan. Fakturi verður lagdur við í sendingina til tín.

Optika krypterar allar kortupplýsingar tínar við SSL (Secure Socket Layer) protokol. Tað merkir, at óviðkomandi ikki kunnu síggja kortnummar títt ella aðrar upplýsingar undir keypinum. Handilin er 100% tryggur.

Farmagjald

Allir prísir eru við mvg. Postgjaldið verður lagt afturat prísinum eftir vekt fyri hvørja sending. Hetta kann ikki veljast frá. Verður bílagt fyri meira enn 950,- kr., verður postgjaldið ókeypis. Um ordrin skal sendast uttanlands, verður postgjaldið roknað eftir vekt og sum uttanlanda takstur hjá Posta. Tað ber eisini til at velja á heimasíðuna, at heinta vøruna í handlinum, og tá verður onki fluttningsgjald lagt afturat.

Sending

Um tú bíleggur vøruna áðrenn klokkan 15.00, verður ordrin viðgjørdur beinanvegin. Vanliga kemur vøran til Føroya 5-7 dagar seinni. Tó verða 2 dagar lagdir afturat, um tú bíleggur fríggjadag. Um talan er um serligar linsur, er leveringstíðin vanliga umleið 3-4 vikur. 

Tá ið bílagt verður eftir klokkan 15.00, verður ordrin viðgjørdur dagin eftir. 

Bílegging leygardag og sunnudag ber eisini til, men ordrin verður tá viðgjørdur mánamorgun.

Av tí at allur postur kemur loftvegis, má atlit takast fyri, at leveringin kann verða seinkað av veðurlíkindum, tá ið flogfarið ikki fær sett seg í Føroyum.

Tá ið vøran er komin til Føroya, verður hon sum skjótast send tær beinleiðis við Posta, har veitingartíðin er 1-4 dagar. Í Tórshavn verður vøran koyrd út sama dag.

Um útberarin hjá Posta ikki fær leverað sendingina til tín, verður ein seðil lagdur í postkassan, har tað verður boðað frá, at pakkin hjá tær liggur á posthúsinum klárur at heinta. Optika tekur ikki ábyrgd av seinkingum hjá Posta.

Í summum førum nýta vit aðrar útberingarhættir. Optika kann ikki ábyrgjast persónliga fyri manglandi veiting av vørum frá okkum ella leverandørar okkara, sum kemst orsaka av tvingandi umstøðum,  force majeure, so sum kríggj, náttúruvanlukkur, vánalig veðurlíkindir, verkfall, innflutningsbann, eldur ella aðrar orsøkir, ið  Optika ella leverandørar okkara ongan ávirkan hava á.

Restordra

Um vøran er í restordra, verður tú kunnað/-ur um hetta umvegis teldupost. Um tað er ein partur av ordranum, sum er í restordra, so verður einki sent tær, fyrr enn ordrin er fullfíggjaður. Um tú ynskir partvísa levering, kann avtala gerast um hetta umvegis teldupost ella telefon.

Ikki heintað vøra

Fyri eina sending, ið ikki er heintað á posthúsinum ella ikki er avbestilt innan 24 tímar aftaná bílegging, og sum kemur aftur til Optika, verða 250,-kr. við mvg afturhildnar fyri tær útreiðslur, sum Optika hevur havt av hesum.

Garanti

Optika átekur sær ikki meira garanti afturat tí, sum framleiðarin ásetur.

Iðranarættur

Optika gevur 14 dagar iðranarætt frá tí degi, tú fært vøruna. Set teg í samband við okkum og vit senda tær ein returseðil við einum telduposti.
Treytin fyri at fáa fult afturgjald frá okkum er, at vøran kemur aftur í sama standi og mongd, t.v.s. at hon ikki er brúkt, brotin ella á annan hátt oyðiløgd. Um tú hevur latið eskjuna upp, har linsan/linsurnar liggja í, kanst tú ikki fáa peningin aftur. Tí mæla vit til, at tú kannar vøruna, so sum at styrkin er tann rætta, áðrenn tú brýtur emballasjuna. Tú mást syrgja fyri, at vøran er líka væl innpakkað, tá ið tú sendir hana, sum tá ið tú tók ímóti henni.
Tú rindar sjálv/-ur  postgjaldið, tá ið vøran verður send aftur til Optika.

Endurgjaldskrav

Um vøran hevur feil ella er brotin/oyðiløgd, tá ið tú fært hana, skalt tú seta teg í samband við okkum og vit senda tær ein returseðil við einum telduposti. Returseðilin skal vera okkum í hendi saman við vøruni innan 7 dagar eftir, at tú hevur fingið vøruna. Tað er týdningarmikið, at tú sendir vøruna aftur í upprunapakningi og væl innpakkaða, so sum við bylgjupappi ella líknandi. Tú fært allan peningin aftur, um vit meta, at vit ella framleigari okkara hevur ábyrgdina av feilinum.
Í teimum førum, har Optika metir, at vøran er uttan feil, kann hon sendast aftur til tín, um so er, at ynski er um tað. Í hesum førum verður tað tú, sum mást gjalda fyri postútreiðslurnar.

Tá ið tú keypir frá Optika, hevur tú 2-ára klagurætt. Tað vil siga, at tú kanst býta vøruna um, fáa hana umvælda, fáa pengarnar aftur ella avsláttur – alt eftir, hvør støðan er. Hetta er sjálvsagt treytað av, at klagan er heimilað. Ætlar tú at klaga um eina vøru, hevur tú 3 møguleikar fyri at seta teg í samband við okkum:

Optika       

Tlf.: +298 51 00 15                                       
Teldupostur: optika@optika.fo
Postsmoga 57
FO-110 Tórshavn

Flutningsskaði

Um vøran hevur fingið skaða undir flutningi í Føroyum, taka vit á okkum alla ábýgd og senda tær sum skjótast, nýggja og vøru uttan feil. Tó má tann vøran, sum hevur fingið skaða, sendast aftur til okkara - so væl innpakkað, sum gjørligt. Tær postútreiðslurnar, sum tú hevur havt av hesum, rinda vit tær sjálvsagt aftur.

Treytir fyri levering

Tað er ein treyt hjá Optika at linsubrúkarin longu brúkar tær linsur, ið verða bílagdar, og er nøgd/-ur við tær. Optika leverar tær linsur, út frá teimum upplýsingum, sum keyparin hevur givið og leggur til grund, at hesir upplýsingar eru rættir. Tað má ikki vera meira enn 12 mánaðir síðani, eyguni seinast vórðu kannað av einum autoriseraðum kontaktlinsu-optikara ella eygnalækna.

Linsur eru til fólk, har heilsan á eygunum er í lagi. Um tann autoriseraði kontaktlinsu-optikarin hevur mælt brúkaranum til at taka linsurnar úr eygunum um náttina, er tað tey ráðini, ið skulu fylgjast. Hóast linsurnar følast góðar, má tíðarmarkið fyri brúk av linsunum ikki fara út um tað viðmælta. Vandi kann tá vera fyri, at brúkarin fær ampa av linsunum og  tískil ikki kann nýta tær longur. Í ringasta føri, kann brúkarin koma út fyri at fáa álvarsaman eygnabruna ella varandi sjúku í eyguni, um ráðini ikki verða fylgd.

Tað er av alstórum týdningi, at brúkarin fylgir ráðunum frá tí autoriseraða kontaktlinsu-optikaranum -  eisini, um hesin hevur mælt frá at nýta linsur. Optika hevur ábyrgd av, at góðskan á linsunum er so góð, sum yvirhøvur til ber, men átekur sær ikki ábyrgdina av, hvussu vøran passar til ella ávirkar eygunu hjá brúkaranum.

Broytingar

Vit stremba eftir, at myndirnar á heimasíðuni líkjast veruligu vøruni, men vit kunna ikki tryggja, at allar myndir eru 100% neyvar. Optika tekur sær fullan rætt til, uttan ávaring, at broyta prísir og aðra kunning á heimasíðuni. Tann prísur, ið er upplýstur við keypi á heimasíðuna, er tann galdandi prísurin.

Afturgjald

Eitt og hvørt afturgjald verður ført aftur á konto tína innan 10 dagar eftir at vit hava fingið og góðkent aftursending tína.

Persóndátapolitikk og logstatistik

Optika arbeiðir í samsvari við lóg um persónsupplýsingar. Vit biðja sambært hesi lóg um loyvi frá kundum okkara til, at vit brúka og goyma upplýsingar um teg í dátabasu okkara. Tá ið tú bíleggur frá okkum, gevur tú okkum upplýsingar um teg, so sum navn, bústað, telefon og teldupostadressu. Hvørja ferð, tú innritar teg og bíleggur, loyvir tú okkum at goyma og nýta upplýsingar tínar í fyritøkuni. Allar persónligar upplýsingar, tú gevur okkum, og sum vit fáa kunnleika til, verða viðgjørdar í trúnaði hjá Optika, í samsvari við okkara persóndátuábýrgd. Tað er neyðugt hjá okkum, at kenna hesar upplýsingar í sambandi við innkeyp av vøru til tín, kredittkanning og marknaðarføring. Optika gevur ikki upplýsingar víðari til triðja part.

Sambært lógini um persónsupplýsingar, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at fáa allar upplýsingar um teg. Um upplýsingarnar ikki eru rættar ella ófullfíggjaðar, hevur tú rætt til at krevja,  at upplýsingarnar verða rættaðar ella strikaðar. Allar upplýsingar verða goymdar í 5 ár, og verða síðani strikaðar.

Cookies

Optika nýtir sonevndar “cookies” á heimasíðuni. Cookies er ein fíla, sum goymist á telduni hjá tær og sum inniheldur upplýsingar, soleiðis at skipanin kann kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðu okkara. Cookies kunna býtast sundur í tveir bólkar. Annað slagið goymir seg varandi á telduni hjá tær. Cookies av hesum slag verða vanliga brúktar í samband við “einnýtistilburðar”, sum t.d., um vit vilja kunna teg um eitthvørt, men vilja tryggja okkum, at skipanin kennir teg aftur, soleiðis, at tú ikki fært somu upplýsingar, næstu ferð, tú vitjar heimasíðu okkara. Hitt slagið av cookies kallast “sessiónscookies”. Tá ið tú ert inni á heimasíðuni hjá Optika, verður hetta slagið av cookies sent millum telduna og servaran hjá tær fyri at samanhalda upplýsingar um t.d., hvat ið tú hevur lagt í innkeypskurvina. Sessiónscookies goymast ikki varandi á tínari teldu, men hvørva, tá ið tú letur browsaran aftur. Øll cookies, ið verða nýttar á heimasíðuna hjá Optika, verða brúktar, fyri at síðan skal verða so nýtsluvinarlig sum gjørligt. Ongar upplýsingar verða goymdar fyri at skráseta brúkið hjá tær á heimasíðuni ella á annan hátt fyri at gera seg inn á tín integritet ella tryggleika. Um tú vilt sleppa undan cookies, skal tú sløkkja tær í innstillingini til browsaran. Í Internet Explorer kunnu tær strikast undir menu´ini “Funktioner”-“Internetindstilinger”-“Slet cookies”.

Aldursmark

Fyri at bíleggja á heimasíðuni hjá Optika skal persónurin verða fyltur 18 ár ella vera myndigur.