Category: Eygnaheilsa

  • Nýggj spennandi tøkni

    Nýggj spennandi tøkni

    Vision-R 800

    Tað hava ikki verið nógvar broytingar seinastu árini, tá vit tosa um tøknina til at kanna eygsjónina. Nýggja Vision-R 800 er nýggja tólið frá Essilor Instruments, og maskinan er júst komin til okkum í Optika.

    Ein akkurátari foroptari

    Vision R 800 ekslusiva optika modul stýrur frá 0.01 D og gevur samanhangandi broyting av sferu, sylindara og aksa samstundis. Ljósbrotið er neyvari, og styrkin kann definerast í 0,05 D stigum. Brúkarir síggja allar møguleikar og skilja betur egnu sjón.

    Nemmari hjá optikarinum

    Tað ger tað nemmari hjá optikarinum at kannað eyguni og koma við einari góðari meting um eyguni við Vision-R 800, tí tólið hevur umtalaðu sferu orku, sylindara- aksa og orku. Tað ger tað skjótari hjá optikarinum at koma við tí røttu styrkini til kundan. 

    Kundin betur til passar

    Maskinan hevur betri yvirgangir, ið gera tað lættari fyri kundan at føla seg væl til rættis. Eisini verða kundar ikki illa fyri, meðan eyguni verða kannaði við Vision-R 800. Eisini er ein møguleiki at síggja eitt umhvørvið meðan eyguni verða kannaði.

    Vision-R 800 gevur okkum og tær møguleikan at síggja betur.

  • Vegleiðing til linsur

    Vegleiðing til linsur

    Kunnu øll brúka linsur?

    Næstan øll kunnu brúka linsur. Bæði tí at tær gerast betri alla tíðina, og tí næstan øll sjónbrek kunnu rættast við linsum nú á døgum.

    Hevur tú ikki nýtt linsur fyrr, mást tú bíleggja tær eina tíð hjá optikara, áðrenn tú bíleggur linsur hjá okkum. Um tú onkursvegna ikki kanst brúka linsur, so sigur optikarin tað við teg. Tá skalt tú halda teg til tað, sum verður viðmælt.

    Hvussu skal eg handfara linsurnar?

    Tú skalt altíð vaska hendurnar áðrenn tú koyrir linsurnar í, og tá ið tú tekur tær úr aftur.

    Vit mæla til, at sápan ikki inniheldur oljur, fríðkanarløg (lotion) og luktilisi.
    Nýt eitt reint handklæði, ið ikki fnuggar, ella pappír.

    Brúka fingrasnippin til at koyra linsurnar í eygað. Ansa eftir við neglum og hvøssum lutum.

    Tryggja tær, at linsan er rein, vát og heil, og at hon vendur rættan veg.

    Soleiðis koyrir tú linsur í

    Set linsuna ytst á fingrasnippin, antin á fremstafingur ella longutong, og brúka ta hond, tú skrivar við.

    Toga niðara eygnalokið niður – antin við fremstafingri ella longutong á somu hond, og brúka fremstafingur ella longutong á hinari hondini til at halda eyganum opið.

    Minst til – ikki blunka.

    Brúka spegl, og hygg beint á tað eygað, sum linsan skal setast í. Set linsuna helvt um helvt inn á niðara part av lithinnuni og tað hvíta í eyganum beint undir lithinnuni.

    Hygg nú niður, slepp eygnalokunum og blunda spakuliga.

    Tað hevur týdning, at ongar luftbløðrur eru undir linsuni. Hesum slepst undan við at trýsta heilt spakuliga á linsuna ella flyta hana varliga aftur og fram á eyganum, tá ið hon er komin í. Tú mást ongantíð gníggja eygað.

    Soleiðis tekur tú linsur úr

    Um tú vilt, kanst tú brúka spegl, tá ið linsurnar skulu takast úr.

    Hygg upp og toga niðara eygnalokið niður, eins og tá ið tú koyrdi linsurnar í.

    Brúka fremstafingur til at flyta linsuna niður um lithinnuna.

    Tak um linsuna við tummil- og fremstafingri á hinari hondini, trýst hana saman og tak hana úr.

    Annað

     
    Tú mást ongantíð sova við linsum – uttan so, at talan er um døgnlinsur, og optikarin hevur góðtikið, at tú kanst brúka hesar linsurnar.

    Skift regluliga linsuílat.

    Fyll ílatið við nýggjum vatni, hvørja ferð tú reinsar linsurnar.

    Skola ílatið við reinsivesku, tá ið tú hevur koyrt linsurnar í, og lat tað lufttorna.

    Brúka ikki linsurnar longur, enn optikarin hevur viðmælt tær.

    Um eyguni eru reyð og irriterað, mást tú ikki koyra linsur í.

    Og um tú fært trupulleikar av slíkum slag sum omanfyrinevndu, og tú hevur linsurnar í, so tak tær úr beinanvegin.

    Linsuveskur

    Linsuveskur verða brúktar til at skola, reinsa, sóttreinsa og goyma linsur í.

    Sum øll onnur tilevnað evni, verða linsurnar hjá tær útsettar fyri ágangi av smáverum í tí dagliga, og um hesar ikki verða reinsaðar burtur við linsuvesku, kunnu tær seta seg fastar og káma linsun. Ella tær gera, at hon ikki følist líka væl, sum hon hevði gjørt, um hon var rein. Vandi kann eisini vera fyri, at hetta kann elva til bruna, og um illa vil, skaða eygað. Tí er tað sera umráðandi, at tú reinsar linsurnar væl við linsuvesku, sum er sergjørd til linsurnar hjá tær, og sum eygað hjá tær hevur tað best við.

    Tú mást ongantíð skola linsurnar við vatni úr krananum, tí tað kann innihalda smáar partiklar, kemisk evnir ella smákykn, ið kunna vera skaðilig fyri eyguni.

    Vanligt saltvatn, keypt ella heimagjørt, og destillerað vatn reinsa ikki linsurnar og eigur ei heldur at verða nýtt.

    Linsur og smyrsl

    Set altíð linsurnar í, áðrenn tú smyrt teg, og tá ið smyrslið skal av aftur, skulu linsurnar úr áðrenn. Nýt tá reinsukrem/evni, ið ikki inniheldur oljur, men sum er grundað á vatn.
     
    Best er at nýta vatnfasta maskaru ella eina, sum er serframleidd til teirra, ið nýta kontaktlinsur. Maskara, ið ger eygnahárini tjykkri og longri, er ikki egnað at nýta saman við kontaktlinsum.
     
    Kolstift má ikki smyrjast á tann váta kantin millum eygnahárskantin og eygað.
     
    Brúka ikki smyrsl, ið inniheldur glitur, tí glitur kann koma í eyguni ella á linsurnar.
     
    Mælt verður frá, at læna øðrum maskaru ella sjálv at læna frá øðrum. Hetta fyri at sleppa undan spjaðing av møguligum bakterium.
     
    Um hársprey verður nýtt, hav so eyguni afturlatin – ella betri: set linsurnar í aftaná, at tú hevur nýtt hársprey.

  • Tey ymisku linsusløgini

    Tey ymisku linsusløgini

    Eindagslinsur

    Eindagslinsur eru linsur, ið eru væl egnaðar til teirra, ið vilja hava nýggjar og reinar linsur í eyguni hvønn dag. Tær hóska eisini væl til teirra, ið skifta millum brillur og linsur. Ikki er neyðugt at nýta reinsuvesku. Hesar linsur skulu beinast burtur tá ið tú hevur brúkt tær í ein dag.

    14 dagar linsur

    14 dagar linsur eru linsur, ið eru egnaðar til teirra, sum av einhvørji orsøk ikki vilja ella kunnu brúka mánaðarlinsur, tí tær longu skulu skiftast út eftir 2 vikum. Tær eru ikki so dýrar sum eindagslinsur. Tey, ið hava fingið viðmælt at taka tær úr eygunum hvørt kvøld, mugu leggja tær í reinsivesku. Linsurnar skulu beinast burtur eftir 2 vikum.

    Mánaðarlinsur

    Mánaðarlinsur eru ein bíligari loysn, um talan er um linsur, ið tað ikki ber til at sova við. Tær mugu úr eygunum hvørt kvøld at vera reinsaðar og skulu beinast burtur aftan á 30 dagar.
    Døgnlinsur, sum eru gjørdar úr einum serligum silikonutilfari, kunnu sita í eygunum alt samdøgrið í 30 dagar og síðani beinast burtur. Døgnlinsur eru bert til teirra, ið hava fingið tær viðmældar av autoriseraðum linsuoptikara.

    Døgnlinsur

    Døgnlinsur eru sum áður nevnt, linsur, ið kunnu sita í eyganum alt samdøgrið, hetta tí at tær eru gjørdar úr serligum tilfari, ið ger, at eyguni kunnu “anda”. Hesar linsur mugu einans nýtast av viðskiftafólkum, ið hava fingið tær viðmæltar av autoriseraðum linsuoptikara. Vanliga er tað ikki neyðugt at nýta reinsivesku til hesar linsur. Summi velja tó at taka linsurnar úr hvørt kvøld ella bara av og á. Linsurnar mugu beinast burtur aftan á 14 ella 30 dagar, alt eftir, hvat autorisaraði linsuoptikarin hevur viðmælt.

    Progressivar linsur

    Progressivar linsur eru linsur, ið eisini eita bifocalar ella multifocalar linsur. Men felags fyri tær allar er, at tær kunnu nýtast bæði til nær og fjar. Tær eru framleiddar til teirra, ið eru farin at hava ringt við at lesa og síggja smálutir tætt hjá. Tær finnast sum eindagslinsur, mánaðarlinsur, døgnlinsur og toriskar linsur.

    Toriskar linsur

    Toriskar linsur eru linsur, ið rætta upp bygningsfeil (astigmatismu) á eygunum, bæði nær og fjar. Tær fáast sum eindagslinsur, 2-viku linsur, mánaðarlinsur, døgnlinsur og progressivar linsur.

    Litaðar linsur

    Litaðar linsur eru linsur til teirra, ið ynskja sær ein annan eygnalit. Tær fáast bæði við og uttan styrki. Tó eru avmarkingar í styrkjunum. Litaðar linsur eru ikki gjørdar til døgnbrúk og mugu úr eygunum hvørt kvøld at verða reinsaðar. Tær fáast sum eindagslinsur og mánaðarlinsur.

Secret Link