Lýsing
6 linsur/eskja
Cylindari frá -0,75 til -1,75
Finst eisini í Cyl -2,25 til -2,75. Set teg í samband við okkum á tlf 51 00 15 ella send teldupost optika@optika.fo.
Acuvue Oasys for Astigmatism er ein torisk 2-vikulinsa, ið rættar bygningsfeilin (astigmatismu) á eyganum.
Linsan er framleidd úr einum silikonevni, Hydoclear, sum hevur vætubindandi eginleikar.
Tað gevur eygunum eyka ilt og hevur við sær, at linsan er góð at hava í – og eyguni síggja hvít og náttúrlig út allan dagin.
Hon er sera væl egnað til brúkarar, sum hava lyndi til at hava turr eygu, tí hon er bygd upp soleiðis, at hon heldur vætuni í eyganum ein heilan dag.
Serliga brúkarar, ið sita nógv við teldu ella sum halda til í einum turrum umhvørvi, kunnu fáa gleði av hesi linsuni.
Ymiskt er, hvussu leingi linsan kann nýtast í senn, tí er altíð umráðandi at fylgja ráðum viðvíkjandi nýtslu og handfaring av linsum frá løggildum linsuoptikara.
T.d. kann linsan nýtast í tvær vikur, men má úr eyganum hvørt kvøld og í eina serliga reinsuvesku yvir nátt, so hon aftur er rein til nýtslu.
Eisini kann linsan nýtast alt samdøgrið, men tá er haldføri bert ein vika, og má hon tí verða burturbeind eftir hetta.
Sum brúkari av linsum er árligt kontrol viðmælt.

