Lýsing
Renu Multi Purpose 360 ml og 1 ókeypis linsu-ílat
Renu er reinsuveska til bleytar kontaktlinsur og verður brúkt til at skola, goyma og sóttreinsa linsur.
Veskan upploysir protein- og feittløg, ið leggjast á linsurnar og tekur burt smákykn (mikroorganismur).
Aftaná at tú hevur sett á fløskuna kanst tú goyma hana í 6 mánaðir, og síðani má tað, sum er eftir í fløskuni, koyrast burtur.
ReNu Flight Pack 100 ml og 1 ókeypis linsu-íløt
ReNu Flight Pack inniheldur 1fløsku við 100 ml. Hóskar væl at hava við á ferð. Mongdin í eini fløsku er minni enn tað, sum er loyvt at hava við í handviðførinum, tá ið ein ferðast við flogfari.
Frá tí at fløskan er ásett, kann hon goymast í 6 mánaðir. Tað, sum er eftir í fløskuni, skal koyrast burtur.
G.g. Tilboðið er einans galdandi fyri viðskiftafólk í Suðurstreym, Kollafjørð og Signabø.
Vit senda tó eisini til øll onnur økir í landinum, men tá verður eitt eyka flutnings- og avgreiðslugjald lagt oman á prísin og vøran má bíleggjast á optika@optika.fo og gjalding fer fram við bankaflyting.
Send okkum ein teldupost fyri nærri kunning og vit svara skjótast gjørligt.
Leveringstíð: 7 dagar

