Bílegging
 
• Far inn á t.d. kontaktlinsur og vel ta vøru tú vilt hava.
• Fyll út allar nágreiningar, sum eru á vøruni, og trýst “legg í kurv”.
• Vøran fer upp í kurvina ovast í høgra horni. Tað ber til at bíleggja meira aftan á at fyrsta vøran er løgd í kurvina.
• Tá ið tú ert liðug/-ur at velja vøru, skalt tú trýsta á “innkeypskurvina”.
• Kanna, um allar tær røttu vørurnar eru í kurvini, og trýst so “víðari”.
• Í innkeypskurvini skalt tú fylla allar upplýsingar út í teigunum sum eru markeraðir við reyðari stjørnu. Heldur tú at okkum tørvar aðrar upplýsingar um teg, so skrivar tú eisini teir upplýsingarnar. Um leveringsbústaðurin er ein annar, enn tann hjá persóninum, sum bíleggur, skal hetta upplýsast.
• Vel gjaldshátt.
 
 
Gjaldskort
 
• Minst til at trýsta “eg samtykki keypstreytirnar”. Annars ber ikki til at fara víðari.
• Trýst bílegg
• Rúturin hjá Quickpay kemur upp. Har tú skrivar kortnummarið, ið stendur á framsíðuni á kortinum (16 tøl), nær kortið fer úr gildi (mðr/ár) og eftirlitistalið, sum stendur á baksíðuni á kortinum (3 tøl).
• At enda trýstir tú á “avgreið gjald”.
• Bíleggingin er farin fram.
 
 
 
Bankaflyting
 
• Minst til at trýsta “eg samtykki keypstreytirnar”. Annars ber ikki til at fara víðari.
• Trýst bílegg
• Bíleggingin er farin fram. Tá ið vøran er komin til Føroyar, og vit kunnu staðfesta, at tú hevur flutt peningin inn á konto okkara, senda vit vøruna.
 
 
 
Skráset teg
 
Tað ber eisini til at skráseta seg. Skipanin kennir teg aftur og ger tað lættari hjá tær at bíleggja næstu ferð, tú innritar. Soleiðis gert tú:
 
• Trýst á “skráset teg”.
• Fyll allir teigar út, sum eru markeraðir við reyðari stjørnu.
• Trýst “stovna brúkara”
• Nú er klárt at bíleggja. Les undir “hvussu skal eg bíleggja” omanfyri, hvussu tú síðani gert.
 
 
 
Logga á
 
Tá ið tú hevur skrásett teg, eru upplýsingarnar, sum tú hevur givið okkum, goymdir í skipanini. Tí er tað sera einfalt hjá tær at bíleggja.
 
• Trýst “Logga á”.
• Skriva brúkaranavn og loyniorð títt í teigunum og trýst “ok”.
• Nú kanst tú antin bíleggja linsur fyrstu ferð ella bíleggja tær somu linsurnar, ið tú fyrr hevur bílagt.
• Um tú hevur gloymt loyniorðið, set eitt flugubein í “gloymt loyniorð?”. Skriva teldupostadressuna hjá tær, sum tú skrivaði, tá ið tú skrásetti teg fyrstu ferð í skipanini. Síðani verður brúkaranavn og loyniorðið sent við telduposti beinanvegin.
• Tá ið tú kemur inn á kundadeplin hjá tær, sært tú allar tær seinastu bíleggingarnar, sum tú hevur havt. Fyri at bíleggja umaftur, trýst á grøna pílin í høgru síðu, og vøran fer beint upp í “innkeypskurvina” í høgra horni.
• Um tú ert liðug/-ur at bíleggja, trýst so á “innkeypskurvina”og góðkenn allar vørur við at trýsta á “víðari”.
• Allir teir upplýsingar, tú gavst okkum um teg, standa nú á telduskýggjanum. Vel gjaldshátt. Set flugubein í “eg samtykki keypstreytirnar”.
• Les omanfyri undir gjaldskort ella bankaflyting, hvussu tú síðani gert.