Pakkatilboð 3

 

Renu Multi Purpose 360 ml og 1 ókeypis linsu-ílat

Renu er reinsuveska til bleytar kontaktlinsur og verður brúkt til at skola, goyma og sóttreinsa linsur. Veskan upploysir protein- og feittløg, ið leggjast á linsurnar og tekur burt smákykn (mikroorganismur).

Aftaná at tú hevur sett á fløskuna kanst tú goyma hana í 6 mánaðir, og síðani má tað, sum er eftir í fløskuni, koyrast burtur.

 

ReNu Flight Pack 2 x 60 ml og 2 ókeypis linsu-íløt

ReNu Flight Pack inniheldur 2 fløskur við 60 ml hvørjari. Hóskar væl at hava við á ferð. Mongdin í eini fløsku er minni enn tað, sum er loyvt at hava við í handviðførinum, tá ið ein ferðast við flogfari.

Frá tíð at fløskan er ásett, kann hon goymast í 6 mánaðir. Tað, sum er eftir í fløskuni, skal koyrast burtur.

 

G.g. Tilboðið er einans galdandi fyri viðskiftafólk í Suðurstreym, Kollafjørð og Signabø.

 

Vit senda tó eisini til øll onnur økir í landinum, men tá verður eitt eyka flutnings- og avgreiðslugjald lagt oman á prísin og vøran má bíleggjast á optika@optika.fo og gjalding fer fram við bankaflyting. Send okkum ein teldupost fyri nærri kunning og vit svara skjótast gjørligt.

 

 

Leveringstíð: 7 dagar

 

 

 

Nágreining
ReNu Multi Purpose

Vørunavn

 

ReNu Multi Purpose

Linsuslag

Til bleytar kontaktlinsur

Framleiðari

Bausch & Lomb

Haldførisevni

 DymedTM

Innihald

Poloxamin 1% (ikki-ionisk yvirflatureinsandi evni),   natriumborat, borsýra (pH-javnvág), natriumklorid   (saltjavnvág), polyaminopropyl biguanid, DymedTM   0,00005% (sóttreinsandi og haldføris evni) EDTA  1,0 mg (upploysir kalcium á linsuni)

Haldføri

 

6 mánaðir
(tá ið fløskan er ásett)



kr. 130,00