PureVision Multi-Focal

6 linsur/eskja

 

 

PureVision Multi-Focal er ein døgnlinsa, ið kann nýtast í ein mánað.

 

Hon kann bæði nýtast til nær og fjar. Hon er framleidd til teirra, sum eru farin at hava ringt við at lesa og síggja smálutir tætt hjá.

 

Hon er gjørd úr einum silikongrundaðum tilfari, ið nevnist AerGel. Hetta ger, at linsan ikki tekur ímóti proteini og feitti, ið eygað skilir út. Eisini hevur AerGel tann eginleika, at ilt sleppur lættari inn til sjálvt eygað, tá ið linsan er í.

 

Kantarnir á linsuni eru rundaðir, og tað ger, at linsan følist góð at hava í eyganum og at hon fylgir væl við, tá ið tú flytur eyguni.

 

PureVision Multi-Focal eru góðkendar til at kunna vera í eyganum alt samdøgrið í upp til ein mánað/ 30 samdøgur. Hvussu leingi í senn, ein døgnlinsa kann brúkast í ein mánað, er ymiskt, og má gerast í samráð við ein autoriseraðan linsuoptikara. Fylg altíð ráðunum frá hesum um nýtslu og handfaring av linsunum.

 

 

 

Nágreining

 Nágreining av vøruni

 

Vørunavn

Linsuslag

 

Pakking

Framleiðari

Styrkiøki

Basiskurva

Tvørmát/Diametur

Eyka styrki (Add)

Nýtslutíð

Nýtsluháttur

Tilfar

Veskuinnihald

Handfaringarlitur

 

Pure Vision Multifocal

Multifocal døgn-/mánaðarlinsa

6 linsur/eskja

Bausch & Lomb

-10.00 til +6.00

8.6

14.0

Low, High

1 mánað

Daglinsa ella døgnlinsa

Balafilcon A

36%

Ja



kr. 619,00 pr. eskju
Styrki
BC
DIA
Eyka styrkja
Eskjur
Høgra eyga (OD)
Vinstra eyga (OS)
Leveringstíð: 1-2 vikur
Vinarliga vel tal av eskjum