30 linsur/eskja
1-Day Acuvue Moist for Astigmatism er ein torisk eindagslinsa. Hon rættar bygningsfeil (astigmatisma) í eyganum.
Linsan er ein betrað útgáva av 1-Day Acuvue for Astimatism. Hon er framleidd við Lacreon-tøkni, sum inniheldur eitt vætandi evni, sum heldur uppá vætuna í linsuni ein heilan dag. Linsan er sniðgjørd á tann serliga hátt, sum ger at hon fylgir við, tá ið tú flytur eyguni.
Linsurnar eru framleiddar til bert at verða nýttar í ein dag, og eiga at verða burturbeindar, aftan á at tær eru brúktar. Fylg altíð ráðunum frá autoriseraða linsuoptikara tínum viðvíkjandi nýtslu og handfaring av linsunum.