Týdningarmikil vitan, tá ið tú nýtur linsur
Kunnu øll brúka linsur?
Næstan øll kunnu brúka linsur, bæði tí at tær gerast betri alla tíðina og tí næstan øll sjónbrek kunnu rættast við linsum nú á døgum.
Hevur tú ikki nýtt linsur fyrr, mást tú bíleggja tær eina tíð hjá optikara, áðrenn tú bíleggur linsur hjá okkum. Um tað av einhvørji orsøk ikki skuldi borið til hjá tær at brúkt linsur, so sigur optikarin tær frá tí, og tá skalt tú halda teg til tað, sum tú verður viðmælt.
Hvussu skal eg handfara linsurnar?
Tú skalt altíð vaska hendurnar - bæði áðrenn tú koyrir linsurnar í, og tá ið tú tekur tær úraftur.
Nýt eitt reint handklæði, ið ikki dymbar (fnugger) ella pappír.
Brúka fingrasnippin til at koyra linsurnar í eygað, og ansa eftir neglum og hvøssum lutum.
Syrg fyri, at linsan er rein, vát og heil. Umframt, at hon vendur rættan veg.
At seta linsuna inn í eygað:
- Set linsuna ytst á fingrasnippin - antin á fremstafingur ella longutong (brúka ta hondina, tú skrivar við)
-
Toga niðara eygnalokið niður - antin við fremstafingri ella longutong á somu hond, og brúka fremstafingur ella longutong á hinari hondini til at halda eyganum opið.
-
Umráðandi er ikki at blunka.
-
Brúka spegl, og hygg beint á tað eygað, sum linsan skal setast í. Set linsuna helvt um helvt inn á niðara part av lithinnuni og tað hvíta í eyganum beint undir lithinnuni.
-
Hygg nú niður, slepp síðani eygnalokunum og blunda spakuliga.
-
Tað hevur týdning, at ongar luftbløðrur eru undir linsuni. Hesum sleppur tú undan við at trýsta heilt spakuliga á linsuna ella flyta hana varliga aftur og fram á eyganum, tá ið hon er komin í. Tú mást ongantíð gníggja eygað.
At taka linsuna úr eyganum:
Tú velur sjálv/ur, um tú vilt brúka spegl, tá ið linsurnar skulu takast úr.
-
Hygg upp og toga niðara eygnalok niður, eins og tá ið tú koyrdi linsurnar í.
-
Brúka fremstafingur til at flyta linsuna niður um lithinnuna.
-
Tak um linsuna við tummil- og fremstafingri á hinari hondini, trýst hana saman og tak hana úr.
Annað
- Tú mást ongantíð sova við linsum, uttan so, at talan er um døgnlinsur og optikarin hevur góðtikið, at tú kanst brúka hesar linsurnar.
- Skift regluliga linsuílat.
- Fyll ílatið við nýggjum vatni, hvørja ferð, tú reinsar linsurnar.
- Skola ílatið við reinsvesku aftan á, at tú hevur koyrt linsurnar í og lat tað lufttorna.
- Brúka ikki linsurnar longri, enn optikarin hevur viðmælt tær.
- Um eyguni eru reyð og irriterað, mást tú ikki koyra linsurnar í.
- Og um tú fært trupulleikar av slíkum slag sum omanfyrinevndu, og tú hevur linsurnar í, so tak tær úr beinanvegin.
Linsuveskur
Linsuveskur verða brúktar til at skola, reinsa, sóttreinsa og goyma linsur í.
Sum øll onnur tilevnað evnir, verða linsurnar hjá tær útsettar fyri ágangi av smáverum í tí dagliga, og um hesar ikki verða reinsaðar burtur við linsuvesku, kunnu tær seta seg fastar og káma linsuna, ella gera, at hon ikki følist líka væl, sum hon hevði gjørt, um hon var rein. Vandi kann eisini vera fyri, at hetta kann elva til bruna, ella um illa stendur til, skaða eygað. Tí er tað sera umráðandi, at tú reinsar linsurnar væl við linsuvesku, sum er gjørd til linsurnar hjá tær, og sum eygað hjá tær hevur tað best við.
Tú mást ongantíð skola linsurnar við vatni úr krananum, tí tað kann innihalda smáar partiklar, kemisk evnir ella smákykn, ið kunna vera skaðilig fyri eyguni.
Vanligt saltvatn - um tað er keypt ella heimagjørt - og destillerað vatn reinsa ikki linsurnar og eigur ikki at verða nýtt.
Linsur og smyrsl